Vitjanartíðir og reglur Vitjandi eru vælkomin á deildina allar dagar frá kl. 15.00 - 16.00 og 19.00 - 20.00. Frávik kunnu verða gjørd í serligum førum. Royking: Sjúkrahúsið er roykfrítt. Fartelefonir: Loyvt er at nýta fartelefon á sjúkrahúsinum, tó ikki á stovu 1. Blómur: Á songjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosið við starvsfólkini um hvussu tygum skulu gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki verða á deildini. Heitt verður á vitjandi um at virða vitjanartíðir og reglur. |