Serlæknar
Viðgerðir
Kardiologi/intern medisin
Urologi
Nýrasteinsknúsan
Orthopædi
Almenn kirurgi
Parkinson rehabilitering
Lab. prøvar

Urologi (sjúkur í landræsini)

Sjúkrahúsið kann veita tænastu innan útgreining og viðgerð innan serøkið urologi við tíðarhóskandi tøkniligari útgerð.
Vit kunnu bjóða tíð til meting í ambulatoriinum innanfyri 2 vikur, og um skurðviðgerð kemur upp á tal, kunna hesar tíðargreinast innanfyri ein mánaða.

Kanningar innan urologiska sergreinaøkið:

Uroflow
Við hesari kanning verður vatnið latið niður í eina skál, sum skrásetur virðir, sum vit kunnu nýta at meta um møguligar trupulleikar við vatnlatingini og viðgerðarmøguleikar. Hendan kanning verður hildin upp ímóti einari UL-skanning av bløðruni, har metast kann um, hvussu gott hendan verður tømd.

VVS-skema:
Eitt slíkt skema verður útfylt heima, og gevur okkum týðandi upplýsingar um, hvussu vatnlatingin fer fram í dagligdegnum við atliti til viðgerð/fleiri kanningar. Eitt slíkt skema verður sent til sjúklingin at hava við sær við fyrstu kanning á sjúkrahúsinum, har sjúklingurin hevur fylt hetta út sjálvur repræsenterandi 3 samdøgur.

Cystoskopi:
Kikarakanning fyri at síggja hvussu bløðran sær út innan. Verður vanliga gjørd sum ein flex-cystoskopi, til lítlan ampa fyri sjúklingin.

TRUS + biopsi:
Við hesari kanning verða tiknir vevsprøvar frá prostata við ultraljóðsvegleiðing via endatarmsopningin fyri at staðfesta um møguligar kyknubroytingar í bløðruhálskertlinum. Hendan kanning verður eisini nýtt at støddarmeta bløðruhálskertulin áðrenn eina møguliga skurðviðgerð.

Nýrasteinsknúsan
Vit kunnu bjóða knúsan av steinum í allari landræsini við Laser viðgerðartøknifrøði.

Útskriva skjalið Send skjalið