Alt um Covid-19
Øll tíðindi
Koronutilmæli í Sjúkrahúsverkinum.Koronutilmæli í Sjúkrahúsverkinum
Vitjandi kunnu koma á sjúkrahúsið sum vanligt. Tó skulu fólk, ið hava verið uttanlands, ikki koma at vitja á sjúkrahúsinum, fyrr enn staðfest er, at koronukanningin á 4. degi er negativ.
Tað krevst eingin negativ koronukanning áðrenn skurðviðgerð ella aðra viðgerð og kanning í Sjúkrahúsverkinum.
02-06-2021 08.16
 
Kunning um koppseting fyri Covid-19.Kunning um koppseting fyri Covid-19
13-01-2021 10.54
 
Sjúklingar, ið skulu til skurðviðgerð, skopi-kanning ella lungafunktiónskanning skulu hava negativa coronaroynd..Sjúklingar, ið skulu til skurðviðgerð, skopi-kanning ella lungafunktiónskanning skulu hava negativa coronaroynd.
Í sambandi við Covid-19 tilmælini skulu allir sjúklingar, ið skulu til skurðviðgerð, skopi-kanning ella lungafunktiónskanning á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava eina negativa coronaroynd, ið ikki er eldri enn 48 tímar.

Sjúklingar, sum skulu til elektiva skurðviðgerð og skopi-kanning, skulu screenast fyri COVID-19 - um teir hava verið uttanlands og minni enn 10 dagar eru gingnir

Kanningartíðirnar síggjast á www.corona.fo
22-12-2020 13.14
 
Covid-19 kanningartíðir í Trongisvági um jólini..Covid-19 kanningartíðir í Trongisvági um jólini.
21. des. 8.00-10.00
23. des. 8.00-10.00
25. des. 9.00-12.00
28. des. 8.00-10.00
30. des. 8.00-10.00
1. jan. 13.00-15.00

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.
09-12-2020 15.28
 
Bíleggingarskipan til Covid-19 kanningar á Tvøroyri.Bíleggingarskipan til Covid-19 kanningar á Tvøroyri
Frá fríggjadegnum skulu øll, ið lata seg kanna fyri Covid-19 á Tvøroyri, bíleggja sær tíð til kanning á https://kanning.corona.fo

Tá tú hevur bílagt, fært tú eina kvittan á telefonina og sum teldupost. Tað er umráðandi at hava kvittanina við til kanningina.
Fyri at sleppa undan longum bíðirøðum, verða fólk biðin um at møta til ásettu tíð.

Upplatingartíðirnar verða hesar:
Mánadag kl. 8-10
Mikudag 8-10
Fríggjadag 9-12
Møtið stundisliga – og minnist til at hava kvittanina við.

Hetta er ein talgild bíleggingarskipan, sum Smyril Line hevur ment til endamálið. Skipanin er einføld og løtt at brúka, men tey, ið hava trupulleikar við skipanini, hava møguleika at fáa vegleiðing frá Idu á tlf. 304545.
29-10-2020 11.13
 
Sjúklingar, ið skulu til skurðviðgerð ella lungafunktiónskanning skulu hava negativa coronaroynd..Sjúklingar, ið skulu til skurðviðgerð ella lungafunktiónskanning skulu hava negativa coronaroynd.
Í sambandi við Covid-19 tilmælini skulu allir sjúklingar, ið skulu til skurðviðgerð ella lungafunktiónskanning á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava eina negativa coronaroynd, ið ikki er eldri enn 48 tímar.

Kanningartíðirnar síggjast á www.corona.fo
14-10-2020 13.22
 
Send skjalið