Serlæknar
Viðgerðir
Kardiologi/intern medisin
Urologi
Orthopædi
Almenn kirurgi
Parkinson rehabilitering
Lab. prøvar

Fyrst og fremst vil Suðuroyar Sjúkrahús royna at varðveita eina breiða tænastu innanfyri tær kirurgisku sergreinirnar til íbúgvarnir í oynni. Harumframt verða afturvendandi serlæknar við serligum førleika, sum alt heilsuverkið kann nýta gott av við lættari atgongd fyri føroya fólk og avmarkaðar útreiðslur fyri heilsuverkið.

Generel kirurgi og urologi verður veitt alt árið.

Sjúkrahúsið bjóðar m.a. kanningar í gastroskopi og koloskopi (kikarakanning av magasekki og tjúkktarmi). Somuleiðis bjóðar sjúkrahúsið tænastu av laparoskopisk cholecystektomi (kikaraskurð av gallinum).

Eisini kunnu metingar og útgreiningar gerast av æðrakirurgiskum trupulleikum. Kanning og viðgerð av áraknútum, brokk, gallasteinsjúku við meira.


Serkanningar sum t.d. CT, MR og skintigrafi verða framdar á Landssjúkrahúsinum.