Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Nýggjur faldari við tilboð um endurvenjing og venjing í Føroyum

Fyri at tryggja, at tey, sum hava tørv á endurvenjing og avvarðandi heilsustarvsfólk teirra, eru nóg væl kunnaði um, hvørji tilboð eru kring landið, varð ein faldari gjørdur í 2017, við kunning um tilboð um endurvenjing innan Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunur. Hesin faldarin er nú endurskoðaður og dagførdur.

Í faldaranum er kunning um, hvørji endurvenjingar- og venjingartilboð eru hjá ávíkavíst Sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum og hjá kommunum.

Kunnað verður um, hvørji tilboð sjúklingurin hevur rætt til í sambandi við innlegging í Sjúkrahúsverkinum, og hvørji tilboð sjúklingurin kann ávísast til ambulant í Sjúkrahúsverkinum.

Kunnað verður eisini um, hvørji tilboð viðvíkjandi bæði endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing eru at fáa í Almannaverkinum, og hvørji tilboð til bæði endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og heilsufremjandi venjing eru hjá kommununum.

Ein góð og smidlig yvirgongd millum almennu geirarnar, í hesum føri millum Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunurnar, kann vera við til at fyribyrgja, at ein borgari missir endurvunnar førleikar

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, tók stig til at fara undir arbeiðið at endurskoða faldaran við tilboðum um endurvenjing og venjing innan Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunur.

"Eg vil takka arbeiðsbólkinum, sum er mannaður við umboðum úr heilsuøkinum, almannaøkinum og frá kommununum, fyri tykkara íkast til hetta arbeiðið. Eg eri sera fegin um, at vit hava gjørt hetta í felag, og tað er mín vón, at hesin faldari kann vera við til at tryggja, at borgarar fáa sama tilboð um endurvenjing, uttan mun til hvar í landinum teir búgva."
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Faldarin er tøkur sum prentútgáva, og ber eisini til at taka niður talgilt niðanfyri.

11-07-2022 09.00.58

Endurvenjing og venjing

Send skjalið