Fast starv sum radiograftur á Suðuroyar Sjúkrahúsi Eitt starv sum radiografur er leyst til setan skjótast til ber ella frá 1. februar 2022.
Talan er um fulltíðarstarv við tilkallivakt.
Sum radiografur á Suðuroyar sjúkrahúsi skalt tú røkja ta radiografisku tænastuna av innløgdum, ambulantum og akuttum sjúklingum.
Tú kemur at arbeiða saman við starvsfólkunum á skurðdeildini, samstundis sum tú kemur at hava tætt samstarv við radiologar og radiografar á Landssjúkrahúsinum. Ein rotatiónsskipan, ið verður ein partur av samstarvinum við Landssjúkrahúsið, er ávegis. 20-12-2021 15.20.10 Radiograftur til setan 1. feb. 2022
|
|