SALT sigling 9. juli 2022 Leygardagin 9. juli skipaði SALT og Felagið Føroysk Træskip fyri SALT sigling. Suðuroyar sjúkrahús var ein av luttakarunum, ið var boðin við. Tiltøkini, ið vóru á skránni bæði inni í SALT og á økinum kring bygningin vóru mong og ymisk. Eitt sindur var til øll, og nógv fólk nýttu høvið at koma framvið SALT henda dagin. Vit fegnast um, at áhugin fyri sjúkrahúsinum, virkseminum á sjúkrahúsinum og tí, ið vit høvdu valt at hava við, var so stórur.
Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri og Gunnbjørg Guttesen, varastjóri prátaðu við tey vitjandi og greiddu frá, um eitthvørt ávíst var, ið tey vóru áhugaði at vita.
Hjalgrím Andreasen, paramedisinari og leiðari í ambulansatænastuni á sjúkrahúsinum greiddi, saman við starvsfólkum í ambulansatænastuni, frá, hvussu vit skulu bera okkum at, tá fólk fáa hjartastopp, og hvussu hjartastartari skal nýtast í slíkari støðu.
Sára E. Augustinussen, leiðari á rannsóknarstovuni hevði nógv ymiskt kunnandi tilfar um týdningin av at hava so nógvar blóðgevar sum til ber, og frøddist um, at blóðbankin fekk fleiri nýggjar blóðgevar henda dagin. Tey, ið eru áhugaði í at gerast blóðgevar, kunnu melda seg til á www.gevblod.fo ella seta seg í samband við starvsfólkini á rannsóknarstovuni á Suðuroyar sjúkrahúsi. Myndir frá SALT sigling 13-07-2022 13.33.23
|
|