Hølið til hæmodialysuviðgerð klárt at taka í brúk Dagin í dag meta vit sum ein av teimum heilt stóru og góðu døgunum her á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Grundin til hetta er, at í dag hava vit á fyrsta sinni tendrað dialysutólini, sum í framtíðini fara at tryggja øllum nýrasjúklingum í Suðuroynni hæmodialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Fyri hesar sjúklingar merkir tað, at teir ikki longur hava fyri neyðini, at ferðast til Havnar tríggjar ferðir um vikuna til viðgerð. At vit nú eru komin her til, at møguligt verður at fáa hæmodialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hevur verið ein sera long og til tíðir strævin tilgongd.
Ynskið um at fáa hæmodialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi er rættiliga gamalt. Leiðslan á sjúkrahúsinum hevur gjøgnum fleiri ár verið í samskifti við umboð fyri Landssjúkrahúsið og Heilsumálaráðið, har roynt hevur verið at funnið fram til røttu loysnina fyri allar partar. Eisini hava sjúklingar, avvarðandi, sjúklingafeløg og onnur fleiri ferðir verið í fjølmiðlunum og víst á truplu umstøðurnar, ið nýrasjúklingar í Suðuroynni hava havt í mun til aðrar nýrasjúklingar í Føroyum. Ferðingin til Havnar hevur verið bæði tíðar- og orkukrevjandi fyri hesar sjúklingar, ið eisini kunnu hava aðrar umstøður at hugsa um.
Dømi eru um, at nýrasjúklingar hava verið noyddir at flyta av oynni, tí lívið sum hæmodialysusjúklingur í Suðuroynni hevur verið so trupult, at tað ikki hevur borið til hjá einari familju at hava ein vanligan gerandisdag.
Dialysurúmið er umvælt og gjørt soleiðis, at bæði sjúklingar og starvsfólk hava av bestu umstøðum. Umboð frá veitaranum av dialysuútgerðini hava verið her á sjúkrahúsinum í nakrar dagar, og sett útgerðina upp, eins og okkara teknisku starvsfólk hava fingið vegleiðing um, hvussu tekniski parturin skal skipast í gerandisdegnum.
Saman við nýrasjúklingunum gleðast vit á Suðuroyar Sjúkrahúsi um, at tað ikki longur verður neyðugt hjá sjúklingunum at brúka nógva orku og tíð at ferðast til Havnar til hæmodialysuviðgerð.
Ein av komandi døgunum verður aftur lýst eftir sjúkrarøktarføðingum, ið skulu veita dialysuviðgerðina á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Nær sjúkrarøktarfrøðingarnir verða settir í størvini, soleiðis at sjúklingar kunnu fáa hæmodialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi ber ikki til at siga við vissu, men vónandi gongur ikki ov long tíð, áðrenn størvini verða sett og viðgerðin boðin sjúklingum í Suðuroynni. Mydnir frá løtuni í dag 18-09-2023 17.01.47
|
|