Alt um Covid-19
Øll tíðindi

Fólk í vandabólki kunnu bíleggja tíð til koppseting

Nú kunnu øll, sum eru í vandabólki, biða um tíð til koppseting, um tey eru 16 ár ella eldri. Klokkan 15 í morgin, mikudagin, kunnu øll eldri enn 15 ár bíleggja tíð á corona.fo.

Persónar í vandabólki hava framíhjárætt at bíleggja tíð til koppseting soleiðis, at fyrsta dagin, latið verður upp fyri koppseting í nýggjum aldursbólki, fáa hesi í serligum vandabólkum framíhjárætt at fáa sær tíð. Tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis.

Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti. Nýggi aldursbólkurin, sum nú sleppur framat at bíleggja tíð, eru tey í aldrinum 16-44 ár. Tað merkir at frá klokkan 15 í morgin stendur øllum, sum eru eldri enn 16 ár, í boði at lata seg koppseta.

Tað verður tó ikki soleiðis, at øll fáa eina tíð beinanvegin, tí nokk av koppingarevni er ikki á goymslu í Føroyum. Men fólk mugu ikki falla í fátt, tí øll sleppa framat.

Seinastu vikurnar hava vit fingið um 6.800 skamtar av koppingarevni aðruhvørja viku. Sambært koppsetingarkalendaranum hava allir føroyingar, sum ynskja tað, fingið tvey prik fyrst í september.

Yvirlit yvir vandabólkar sæst her.

01-06-2021 15.51.41

Send skjalið