Læknaskrivaradagur á Suðuroyar Sjúkrahúsi Tórsdagin 1. juni vóru læknaskrivarar av Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar Sjúkrahúsi á vitjan á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Dagurin byrjaði við, at Eva B. Midjord, leiðandi læknaskrivari bjóðaði teimum vitjandi vælkomnum og kunnaði um skránna fyri dagin. Síðan var farið rundsýning á sjúkrahúsinum, har gestirnir sóu umstøðurnar, ið sjúklingar og starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava. Eftir ein sera góðan døgurða úr køkinum høvdu yvirlæknarnir á sjúkrahúsinum framløgur um viðgerðir og virksemi her á sjúkrahúsinum.
Beinta Danielsen, læknaskrivari legði fram føroysku framløguna frá læknaskrivarakongressini, ið var í Oslo í mai.
Veðrið var av tí allar fagrasta, so dagurin endaði við einum gongutúri.
Vit á Suðuroyar Sjúkrahúsi takka fyri vitjanina. Sí myndir her 07-06-2023 10.42.54
|
|